Kapitalvinningssjálvuppgávan skal latast inn samstundis sum vanliga sjálvuppgávan. Tað merkir hin 1. mai fyri tann vanliga skattaborgaran og hin 1. juli fyri roknskaparskyldug, feløg, grunnar og onnur.
- Ynskir borgari at broyta kapitalvinningsuppgerðina, skal hann seinast trý ár eftir, at inntøkuárið er lokið, leggja fram nýggjar upplýsingar, sum kunnu grundgeva fyri broytingini.
Tað merkir, sigur Taks í dag, at um ein borgari eitt nú hevur hall av partabrøvum í Eik í 2011, skula hesir upplýsingar latast inn til TAKS seinast hin 31. desember 2014.
- Tá tapið av partabrøvunum er skrásett hjá TAKS, kann hetta flytast fram til eitt seinni inntøkuár í tann mun, tað ikki er rúm fyri tí í møguligum nettovinningi í árinum.
Taks sigur, at sama er galdandi við rentuútreiðslum.
- Hevur ein borgari t.d. rentuútreiðslur til keyp av partabrøvum fyri árini 2009-2012, sum ikki eru skrásettar hjá TAKS, fellur frádráttarrætturin fyri skattaár 2009 burtur hin 31.12.2012.
Lagt verður aftrat, at tá rentuútreiðslurnar eru skrásettar hjá TAKS, kunna hesar flytast fram til mótrokning í kapitalvinningi tey næstu fimm árini, um eingin kapitalvinningur er at mótrokna í inniverandi ári.









