Men tað bilar kanska ikki so nógv. Hetta er tann minni skaðiliga dálkingin, sum bara argar okkara æstetiska sans. Verri er afturímóti við tí skaðiligu dálkingini, sum vit hvørki síggja ella føla. Í hvussu so er ikki, fyrr enn tað er ov seint.
Tí er týdningarmikið, at vit alla tíðina eru á varðhaldi, og hava ein so góðan umhvørvispolitikk, at vit ikki dálka. Hetta hevur jú stóran týdning fyri okkum sum fiskivinnutjóð. Vit hava jú eitt ávarp í okkara marknaðarføring, sum sigur, at talan er um fisk úr heimsins reinasta havumhvørvi.
Tað hevur tí eisini týdning, at vit eru tilvitandi um hetta mál, og hava ein slíkan hugburð, at vit ikki dálka, at vit endurnýta tað, sum kann endurnýtast, og eru líka so góð við okkara náttúru og umhvørvi, sum vit eru við okkum sjálvi.
Vit kunnu fegnast um, at fleiri bygdarráð, nevndir og einstakligar eru so mikið at sær komin, at tey taka henda spurning í álvara. Men enn restar nógv í. Sumstaðni verður vatnið enn ikki sóttreinsað. Aðrastaðni eru ikki kloakkir. Vit brúka vandamiklan sápulut, eitrandi bornmáling o.s.fr.
Á hinbum bógvnum er Viðarlundsnevndin í Vestmanna eitt dømi um, hvussu roynt verður at leggja hetta í børnini frá tí at tey koma í skúla, tá tey fáa høvi at planta eitt træ, sum tey eiga.
Í síðstu vku hevði Viðarlundsnevndin harafturat nakrar umhvørvisdagar, har fleiri umhvørvisspurningar vóru umrøddir. M.a. spurningurin at endurnýta tað, sum vit annars dagliga koyra í ruskposan. Kompost - ella sankutøð - er eitt gott dømi um, hvussu vit kunnu fáa nakað burtur úr tí, sum vit annars kasta frá okkum.
Umframt at okkurt ítøkiligt óivað fer at spyrjast burtur úr umhvørvisdøgunum, hava teir óivað gjørt fleiri føroyingar meiri tilvitandi um henda spurning. Á hesum øki er ikki nóg mikið við reglum ella lógum. Neyðugt er, at fólk hava tann rætta hugburðin, men tíverri má ásannast, at vit hava ongan sentralan myndugleika á hesum øki. Ein myndugleika, sum leggur ein politikk og sum eggjar fólki til at hugsa "grønt", sum jú er ein fyritreyt, um lív skal vera her á klettunum og á jørðii í framtíðini. Men átakið í Vestmanna kann kanska eggja myndugleikunum at vakna við og seta ein politikk út í kortið.









