Vest Pack hava gjørt av at seta Christian Danielsen sum nýggjan stjóra í felagnum. Christian Danielsen hevur verið stjóri í Samskip síðani 2010, tá hann tók við eftir Joel undir Leitinum. Hann hevur áður verið fíggjarleiðari á Articon.
“Hetta er ein ómetaliga spennandi avbjóðing,” sigur Christian Danielsen. “Felagið hevur verið ómetaliga væl rikið, so tað er ikki bara sum at siga tað, at taka við eftir Jóan Magnus Olsen.”
“Fyrstu tíðina fari eg leggja dent á, at læra felagið og starvsfólkini at kenna, men málið er at hjálpa fyritøkuni at vaksa víðari,” sigur Christian Danielsen. “Fyritøkan hevur verið í støðugum vøkstri seinastu árini, og endamálið er at hjálpa fyritøkuni at vaksa víðari, bæði á heimamarknaðinum, men eisini uttanlands,” sigur hann.
Vest Pack úr Vestmanna vann heiðurin sum ársins virki í 2013. Fyritøkan var sett á stovn í 1994, og fæst við plast- og etikettframleiðslu til føroysku vinnuna, umframt vørur til føroysku húsarhaldini. Ein vaksandi partur av søluni, í løtuni um 25%, er til kundar uttanlands, men meginparturin av virkseminum er enn í Føroyum. Á fyritøkuni starvast í dag um 20 fólk.
Vest Pack koyrir væl og hevur seks ár á rað havt milliónaavlop. Síðani 2008, eftir at Vest Pack og Farpak løgdu saman í 2007, hevur fyritøkan havt góðar 35 milliónir í avlopi fyri skatt.
Christian Danielsen byrjar í nýggja starvinum í august.