Fyritøkan á Skála kennir leiðina út um landoddarnar

– Vit høvdu roknað við minni virksemi á heimamarknaðinum seinni í ár og næsta ár, og hetta sær eisini út til at vera so. Tí er eisini meginparturin av tí, vit nú hava at gera, ymiskt el-virksemi í øðrum londum, sigur John Eli Olsen, stjóri, sum ásannar, at sereyðkenni hjá hansara fyritøku hevur verið at duga at leita sær eftir uppgávum uttanlands

Ídnaður

 

El-Service á Skála er tann føroyski veitarin innan el-tænastur, sum hevur verið mest úti um seg uttanlands og í altjóða høpi annars.

Fyritøkan hevur verið við í fleiri verkætlanum fyri danska menningarstovnin Danida, og ofta hevur hetta verið í samstarvi við Karstensens Skipasmiðjuna í Skagen.

Síðan 1992 hevur El-Service soleiðis verið uppi í ymiskum verkætlanum í eitt nú Tanzania, Malawi, Ghana, Vietnam og Cambodia.

 

Lokal arbeiðsmegi

John Eli Olsen, stjóri, sigur, at har, sum tað hevur borið til, hevur felagið brúkt lokala arbeiðsmegi.

- Ein týðandi partur av víðari arbeiðnum í hesum londum hevur verið ein ávís upplæring, soleiðis at lokalur førleiki kundi liggja eftir, tá sjálv verkætlanin var liðug.

Hann vísir á, at sum oftast hava fólk hjá El-Service verið á staðnum, men tá arbeiðið so er liðugt, hevur dentur verið lagdur á, at fakfólkini á staðnum hava verið før fyri at tikið sær av viðlíkahaldi, umvælingum og tí, sum annars kann vera at gera, sum tíðin gongur.

Stjórin vísir á, at hesin arbeiðsháttur hjá fyritøkuni á Skála sjálvandi ger, at ávís krøv eru til tey, sum arbeiða fyri felagið.

- Umráðandi er, at menninir duga eitt sindur av hvørjum, umframt at teir eru førir fyri at læra eitt sindur frá sær, sigur John Eli.

Men tað er ikki bara í nevndu fjarskotnu londum, at El-Service hevur havt virksemi. Boð hava eisini verið eftir fólki hjá fyritøkuni til ymiskar uppgávur í eitt nú USA, Panama og Chile.

- Hesar uppgávur hava serliga verið gjørdar fyri reiðarríið Thor í Hósvík og reiðarríið hjá Christian í Grótinum í Klaksvík.

John Eli Olsen leggur aftrat, at fólk hjá El-Service eisini hava verið í Spaniu og umvælt skip fyri reiðaríið Thor og Tryggingarfelagið Føroyar.

 

Minni her heima

Í løtuni eru umleið 40 fólk í starvi hjá el-fyritøkuni á Skála, men sum arbeiði er í løtuni, eru teir flestu knýttir at virksemi, sum felagið hevur uttanlands.

– Vit høvdu roknað við minni virksemi á heimamarknaðinum seinni í ár og næsta ár, og hetta sær eisini út til at vera so. Tí er eisini meginparturin av tí, vit nú hava at gera, ymiskt el-virksemi í øðrum londum, sigur John Eli, sum ásannar, at sereyðkenni hjá hansara fyritøku hevur verið at duga at leita sær eftir uppgávum uttanlands.

Soleiðis hevur næstan verið frá byrjan.

- Tað, sum vit fáast mest við, er at veita alt tað elektriska umborð á skipum - uttan sjálva navigatiónsútgerðina á brúnni. Vit eru soleiðis heildarveitari av instalatiónum við høvuðstalvum, undirtalvum, startskápum og ávaringartalvum, umframt alt tað elektriska á sjálvari verksmiðjuni, sigur stjórin.

El-Service hevur eisini serkunnleika, tá ræður um stýringar av ymiskum skipanum.

 

Dygd í hásæti

Stjórin ásannar, at ein orsøk til framgongdina hjá El-Service er eisini, at fyritøkan alla tíðina hevur lagt dent á dygdina í sínum arbeiði.

- Vit leggja stóran dent á, at alt verður gjørt so dygdargott sum gjørligt - og at alt verður væl og virðiliga frágingið, sum hann tekur til.

Á deildini á Skála verða ymiskar el-talvur teknaðar og bygdar, og vanliga er tað so, at tað eru hesar, sum eru hjartað í víðari arbeiðnum.

- Tað ræður tí um, at góður botnur verður lagdur í tað arbeiði, sum verður gjørt her heima, sigur John Eli.

El-Service fekk ISO-9001 góðkenning á sumri í 1999, og síðani er góðkenningin dagførd tvær ferðir. Arbeitt verður fram ímóti, at øll virkisøki hjá fyritøkuni skulu hava hesa góðkenning.

– Nú vit eisini hava roynt okkum innan frálandavinnuøkið, hava slíkar góðkenningar havt nógv at siga, ásannar stjórin.

 

Nýggj virkisøki

Á El-Service leita tey alla tíðina eftir nýggjum virkisøkjum, har fyritøkan kann verða við.

– Sjálvt um vit enn ikki vita, hvussu verður við oljuframleiðslu undir Føroyum, hava vit brúkt hetta høvi til egna menning, so vit í øllum førum hava ein førleika, sum vit kunnu brúka aðrastaðni.

John Eli vísir á, at fyritøkan er ment øll árini síðan byrjan, og eitt innanhýsis menningararbeiði er í gongd alla tíðina.

- Arbeiðsfólk hjá okkum eru javnan á ymiskum skeiðum, so fakligi førleikin verður hildin við líka. Hetta er eisini eitt krav, um tú skalt gera teg galdandi – her heima eins væl og uttanfyri landoddarnar, sigur hann.

 

Ymiskar verkætlanir

Av verkætlanum, sum El-Service seinastu árini

hevur fingist við, kunnu úr rúgvuni nevnast el-arbeiðið umborð á báðum nýbygningunum hjá Thor í Hósvík, Thor Alpha og Thor Omega.

- Vit hava eisini verið við í eini verkætlan á Karstensens Skipasmiðju í Skagen, har nótaskip er smíðað til Thyberøn, sum ætlandi verður liðugt nú í november – og næsta stóra verkætlanin í Skagen verður nýbygningurin hjá P/F Vinnuni í Gøtu.

Stjórin á El-Service vísir á, at fyritøkan heldur ikki smæðist burtur, tá ræður um arbeiði uppi á landi.

- Millum tær størru verkætlaninar á landi kann nevnast byggingin av stóra og nýggja skúlanum í Runavík, har vit gera el-arbeiði. Hetta arbeiði verður gjørt í trimum byggistigum, har fyrsti parturin varð tikin í nýtslu í januar 2008 og triði og seinasti partur ætlandi í januar 2009.

 

Sjálvvirkandi tunnil

Stjórin sigur, at fyritøkan á Skála eisini hevur gjørt innleggingararbeiði og hevur latið teknisku útgerðina til Norðskálatunnilin.

- Saman við fólki hjá Landsverki hava vit ment alarmskipan, stýringar og yvirvakingarskipanina (SRO) í Norðskálatunlinum.

John Eli vísir á, at hesar skipanir eru sera framkomnar og verða øll signalir leidd gjøgnum ljósleiðarakaðlar.

- Hesin samskiftirháttur er tryggastur á marknaðinum í løtuni. Umvegis skerm-skipanina fær brúkarin allar neyðugar upplýsingar um støður hjá útgerðini sum er installerað. Ljós, bummar, ventilatión og gøtuljós kunnu fjarstýrast frá teldu – og eisini kann tunnilin nú latast aftur og uppaftur á teldu, sigur hann.

El-Service skal eisini levera og seta upp eldsløkkiskipan og eldávaringarskipan til millumbylgjusendaran í Akrabyrgi fyri FT-Net.

- Við atliti til trygdina hevur FT-Net valt at brúka eldsløkkiskipanina Argonite, og vit skulu eisini levera eina Argonite-eldsløkkiskipan til Kringluna hjá Føroya Tele og Landssjúkrahúsið, sigur John Eli Olsen.