Fyrispurningur um stuðul og veðhald

Torbjørn Jacobsen, løgtingsmaður, hevur sett fiskimálaráðharranum skrivligan fyrispurning um galdandi lógir, ið geva landsstýrinum víðar heimildir at veita stuðul til fiskivinnuna

Í yvirliti frá Ríkisumboðnum yvir galdandi lógir æi Føroyum í 1998 hevur Torbjørn Jacobsen funnið nakrar lógir, ið geva landsstýrinum sera víðfevndar heimildir viðvíkjandi stuðuli og veðhaldum á fiskivinnuøkinum.

Hann sigur hetta vera lóggávu, sum kann áleggja landskassanum rættuliga víðfevndar skyldur, og tí heldur hann tað hava alstóran týdning fyri tey, sum vara av landskassanum og fyri alt fólkið, ið eigur landskassan, at fáa greiðu á, hvussu langt heimildirnar røkka. Eisini vil Torbjørn Jacobsen hava at vita, um hesar heimildir eru brúktar undir verandi samgongu og um nakrar ætlanir eru um at avtaka lóggávuna ella partar av henni

Torbjørn Jacobsen vísir á 11 lógir, ið áleggja landskassanum hesar víðfevndu skyldur, og eru tær løgtingslóg 14 frá 24. apríl 1967 um landingarprís á sild, løgtigslóg nummar 62 frá 23. juni 1983 um agnstudning og agnprísir, løgtingslóg nummar 41 frá 20. mai 1988 um lán/serlán til fiskifør, løgtingslóg nummar 102 frá 19. august 1988 um endurnýgging av fiskiskipaflotanum, løgtingslóg nummar 46 frá 30. mars 1990 um upphøggingarstuðul, løgtingslóg nummar 34 frá 4. mars 1993 um stuðul til feskfiskaflotan, løgtingslóg nummar 140 frá 25. mai 1993 um stuðul til feskfiskaflotan undir 20 bruttotons, løgtingslóg nummar 48 frá 30. apríl 1996 um stuðul til ídnaðartogarar, løgtingslóg nummar 72 frá 20. mai 1996 um varðveiting av fjølbroyttum flota, løgtingslóg nummar 85 frá 6. juni 1996 um endurgjald til ídnaðartogarar og at enda løgtingslóg nummar 111 frá 29. desember 1998 um ábyrgd fyri lánum til fiskamjøl og lýsi við meira á goymslu.

Tjóðveldistingmaðurin vísir á, at ájøvn lóggáva viðvíkjandi stuðuli til fiskivinnuna á landi, alivinnuna og skipabygging ikki er tikin við í hesum umfari.

Afturat sjálvum fyrispurninginum setir Torbjørn Jacobsen eisini fýra aðrar spurningar. Hann spyr, hvør landsstýrismaður umsitur ella situr við umrøddu heimildum, í hvønn mun serstøk játtan nýtist á fíggjarlógini til nevndu skuldbindingar ella veðhald, hvør grundgevingin er fyri at varðveita lóggávuna, um hon skal varðveitast og um nakað evstamark er fyri, hvat full nýtsla av heimildunum kann kosta landskassanum.

Fyrispurningurin varð fráboðaður løgtinginum í gjár.