1. Hvussu nógv fólk eru - ella hava verið í starvi í sambandi við arbeiðið hjá Grundlógarnevndini?
2. Kann landsstýrismaðurin upplýsa fyri tinginum, hvat arbeiðið hjá Grundlógarnevndini hevur kostað higartil, og hvat roknað verður við, at arbeiðið í framtíðini fer at kosta?
3. Kann landsstýrismaðurin vísa eina útgreining fyri útreiðslurnar av grundlógararbeiðnum, síðani arbeiðið fór í gongd?
4. Hvussu stórur partur av útreiðslunum er ferðaútreiðslur, og hvussu eru hesar útgreinaðar?
5. Hvussu nógvan pening ætlar landsstýrið at nýta til grundlógararbeiðið í 2003?
6. Hava fólk, sum samstundis eru lønt í aðrari almennari tænastu, verið - ella eru sett í starv við løn?
Viðmerkingar:
Í februar 1999 samtykti Løgtingið at seta eina Grundlógarnevnd, sum skuldi lata landsstýrinum álit og uppskot til føroyska grundlóg í seinasta lagi 1. juni 2000.
Hetta varð gjørt í samsvari við samgonguskjalið, sum segði, at tá grundlógin var samtykt á Løgtingi, skuldi hon til fólkaatkvøðu í seinasta lagið ár 2000.
Grundlógarnevndin byrjaði sítt arbeiði av álvara á heysti 1999. Rímiliga skjótt varð funnið fram til ein arbeiðshátt, ið øll nevndin kundi standa saman um, hóast motiveringin var ymisk. Hjá nøkrum nevndarlimum var málið fullveldi, meðan aðrir nevndarlimir gjørdu vart við, at teirra motivering heldur var, at arbeiðið kundi vera til nyttu á annan hátt.
Í nevndini sótu heilir 16 limir, harav nakrir vóru politikarar, nakrir løgfrøðingar og nakrir samfelagsfrøðingar. Skrivari var eisini settur í fast starv.
Umframt eina ørgrynnu av plenum-fundum, har øll nevndin var við, og bólkafundum, skipaði nevndin eisini fyri skeiði í mannarættindum og hevði fleiri útlendskar serfrøðingar á vitjan. Eisini varð ein bólkur settur undir Grundlógarnevndini, sum skuldi gera eitt uppskot til eina føroyska rættarskipan. Í bólkinum sótu serkønir løgfrøðingar umframt formaðurin í Grundlógarnevndini.
Ætlanin var at skipa fyri hoyringum um ymsu evnisøkini og eisini á annan hátt at tryggja eina breiða kunning og eitt breitt orðaskifti í øllum landinum, tá arbeiðið var liðugt, og alt skuldi so enda við eini fólkaatkvøðu.
Men arbeiðið í Grundlógarnevndini gjørdist drúgvari enn frammanundan mett, og í apríl 2001 samtykti Løgtingið at broyta lógina soleiðis, at nevndin skuldi lata landsstýrinum eitt fyribils álit og uppskot til grundlóg (Grønbók) í seinasta lagi 1. oktober 2001, og endaligt álit (Hvítbók) 31. desember 2001.
Men heldur ikki tann tíðarætlanin helt, og nú verður arbeitt við at seta grundlógarnevndina av nýggjum.
Tað kundi tí verið áhugavert at fingið at vita, hvussu nógv fólk eru - ella hava verið í starvi í sambandi við arbeiðið hjá Grundlógarnevndini, og hvat arbeiðið higartil hevur - og væntandi fer at kostað. Eisini kundi verið áhugavert at fingið at vita, hvussu útreiðslurnar eru útgreinaðar, og um fólk hava verið - ella eru sett í starv við løn, sum samstundis eru í aðrari almennari tænastu við løn?
Síðani fíggjarlógaruppskotið fyri 2003 varð lagt fyri Løgtingið, hevur tað fingið nógvar atfinningar fyri, at ymiskar útreiðslur ikki hava verið tiknar við. Landsstýrismaðurin við fíggjarmálum hevur í tí sambandi sagt, at einki er sett á fíggjarlógina, sum krevur lógarbroyting.
Fyri at seta grundlógararbeiðið í gongd aftur, má lógin broytast, og tí verður spurt, um heldur einki er sett av til grundlógararbeiðið, og um hvussu landsstýrið ætlar at hesin peningur skal fáast til vega, um einki er sett av.
Á Løgtingi,
tann 24. oktober 2002