Fyrispurningur til Eyðun Eltør, oljumálaráðharra

Av løgtingsins røðarapalli onsdagin 14. feb. segði tygum, at oljuforðingarnar skuldi goymast í Suðuroynni, hvør hevur avgjørt hettar?

 

Svenning Borg,

Vágur




Av løgtingsins røðarapalli onsdagin 14. feb. segði tygum, at oljuforðingarnar skuldi goymast í Suðuroynni, hvør hevur avgjørt hettar?

Hevur vinnan avgjørt hettar, ella hevur økismenningarlandstýrið avgjørt hetta eins og økismenningarlandsstýrið hevur avgjørt, hvar oljumálastýrið og mrcc støðin skulu liggja.

Hvussu ber tað til, at Suðuroyggin sum liggur nærmast oljuøkinum kann nýtast til oljuforðingarnar, men ikki til útgerðarhavn, oljumálastýri ella mrcc støð.

Hví avger ikki vinnan sjálv, hvar oljumálastýrið og mrcc støðin skuldi liggja, tá ið hon avgjørdi, hvar útgerðarhavnin skuldi liggja, hettar er jú alt oljuvinna.

Eg vil hervið heita á kommununar í Suðuroynni um at nokta fyri at taka ímóti oljuforðingunum, tá ið okur ikki kunnu fáa nakað annað burturúr oljuvinnuni, so vilja okur ikki hava oljuforðingarnar, tær kunnu eisini goymast í Runavík, tá ið Runavík ikki er for langt vekk til útgerðarhavn, so er hon heldur ikki for langt vekk til oljuforðingarnar.