Súsanna Dam
Ein skelkandi uppliving. Eg hugsi um orðaskiftið í tinginum týsdagin 7. november 2006, tí hetta var fólkið –menn - sum føroyingar hava valt sær til at fyriskipa og menna tilveruna her á landi, sum vit hoyrdu sjofla og niðurgera frá hond uttan at virða sjálvt tær mest grundleggjandi meginreglur fyri samskifti, og tað sum kanska er enn verri. Fleiri teirra royndu enn ikki at fjala útyvir teirra vanvirðing fyri tí fólkaræði, sum hevur givið teimum ein løgtingssess.
Hvat var tað so, ið leikaði á. Jú tað kann sigast í heilt fáum orðum.
Stríðið stendur als ikki um at halda orðunum kynslig orientering burtur frá §266b, men um at fáa vald til at innistika rættindi og ábyrgdir, sum veruligt fólkaræði annars tryggjar sínum borgarum.
Hetta vóru somu fólkini, sum hava fyriskipað, at landið í hesum døgum skvatlar í einum marglætisbúskapi, sum hevur sín uppruna í teimum ovurstóru óskattaðu inntøkunum, ið flóta runt í peningarenslinum, og tað er púra greitt, at menninir sera fegnir framhaldandi vilja teljast millum teirra, íð seta skránna. Tí var einki ov lágt, ónt ella ljótt, alt kundi nýtast og varð nýtt.