Fyrireikingarnar at gera stóru djúphavnina á Tvøroyri eru nú komnar somikið langt, at klárt er at fara ígongd við sjálvt arbeiðið.
Men nógva virksemið á havnalagnum á Tvøroyri kemur í fyrstu røð. Tí hevur Articon, sum stendur fyri arbeiðnum, fyribils pakkað niður og hevur flutt maskinurnar aðrastaðni.
- Vit mugu laga okkum til virksemið á havnalagnum. Tí tá sjálvt arbeiðið við at seta stálið upp og fylla í havnina fer í gongd, kemur tað at avmarka møguleikarnar hjá stórum skipum at leggja at, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í Articon.
Varðin Pelagic tekur framvegis ímóti nógvum uppsjóvarfiski, og tí verður ikki mett skilagott at sperra havnina av fyri stóru uppsjóvarskipunum júst nú.
- Alt arbeiðið verður gjørt í samráð við Varðin Pelagic. So vit mugu fyrst fáa grønt ljós frá teimum, áðrenn arbeiðið heldur fram, sigur Jón Sigurdsson.
Stjórin í Articon metir, at arbeiðið at seta stálið upp, fylla grót í havnina og gera keikantin tekur umleið 4-5 mánaðir. Men enn torir hann ikki at seta dato á, nær arbeiðið verður liðugt.
- Nei, tað valdast virksemið á havnaøkinum og nær ein skái er, soleiðis at vit sleppa í gongd aftur, sigur Jón Sigurdsson.
Nýggja djúphavnin á Tvøroyri er 180 metrar lang, umframt 35 metrar av endakei. Dýpið verður 11 metrar.