Fyrireikingarnar til djúphavn lidnar

Fyrireikingarnar at gera stóru djúphavnina á Tvøroyri eru nú komnar somikið langt, at klárt er at fara ígongd við sjálvt arbeiðið.

Men nógva virksemið á havn?ar?lagnum á Tvøroyri kem?ur í fyrstu røð. Tí hev?ur Articon, sum stendur fyri arbeiðnum, fyribils pakk?að niður og hevur flutt mask?in?ur?nar aðrastaðni.

– Vit mugu laga okkum til virk?semið á havnalagnum. Tí tá sjálvt arbeiðið við at seta stál?ið upp og fylla í havnina fer í gongd, kemur tað at av?marka møguleikarnar hjá stór?um skipum at leggja at, sig?ur Jón Sigurdsson, stjóri í Arti?con.

Varðin Pelagic tekur fram?vegis ímóti nógvum upp?sjóvarfiski, og tí verður ikki mett skilagott at sperra havn?ina av fyri stóru upp?sjóv?ar?skip?u?num júst nú.

– Alt arbeiðið verður gjørt í sam?ráð við Varðin Pelagic. So vit mugu fyrst fáa grønt ljós frá teimum, áðrenn ar?beiðið heldur fram, sigur Jón Sig?urds?son.

Stjórin í Articon metir, at ar?beiðið at seta stálið upp, fylla grót í havnina og gera keikantin tekur umleið 4-5 mánaðir. Men enn torir hann ikki at seta dato á, nær ar?beið?ið verður liðugt.
– Nei, tað valdast virk?sem?ið á havnaøkinum og nær ein skái er, soleiðis at vit sleppa í gongd aftur, sigur Jón Sig?urds?son.
Nýggja djúphavnin á Tvør?oyri er 180 metrar lang, umframt 35 metrar av end?a?kei. Dýpið verður 11 metrar.