Fyrireikingarnar hjá U21 byrjaðar

U21-landsliðsvenjararnir, Bill M. Jacobsen og Heðin Askham, eru farnir undir fyrireikingarnar til komandi EM-undankapping.

 

U21-landsliðið hevði fyrstu venjingina á Tórsvølli mánakvøldið, og ætlanin er at venja tvær ferðir um vikuna fram til árslok, tá venjingarnar í feløgunum av álvara fara í gongd, skrivar heimasíðan hjá FSF í dag.

 

- Ætlanin er at venja tvær ferðir um vikuna, mánakvøld og mikukvøld, fram til seinast í desember. Tíðliga í januar byrja venjingarnar av álvara í ymsu feløgunum, og tí verður væntandi ikki líka lætt at skipa fyri landsliðsvenjingum eftir árslok, sigur Heðin Askham, annar av U21-landsliðsvenjarunum við fsf.fo

 

Til venjingina mánakvøldið høvdu eini 30 leikarar fingið boð, men tá avtornaði vóru 20 leikarar til fyrstu vetrarvenjingina hjá U21-landsliðnum. Flestu av leikarunum, ið góvu avboð, dragast við skaðar, meðan onkrir eru burturstaddir.

 

- Lutakastið verður seinast í januar, og vit kunnu tískil rokna við, at fyrsti EM-udankappingardysturin verður einaferð í mars mánað, og allarhelst um somu tíð sum A-landsliðið møtir Eysturríki, sum er tann 22. mars. Tí hava vit avgjørt at fara undir venjingarnar longu nú, so leikararnir eru væl fyrireikaðir til uppgávurnar, ið stenda fyri framman, sigur Heðin Askham, annar av U21-landsliðsvenjarunum.

 

Lutakastið til næstu EM-undankapping fyri U21-landslið verður í Nyon í Sveis 31. januar, og tað er nógv sum bendir á, at flestu av undankappingardystunum verða spældir í 2013, meðan ein ella tveir síðani verða spældir í 2014, veit heimasíðan hjá fótbóltssambandinum at siga.

 

Sjálvt EM-endaspælið verður í Kekkia í 2015.

 

Teir 20, ið vóru til fyrstu vetrarvenjingina hjá U21-landsliðnum, vóru hesir:

Pál M Joensen, Tróndur Jensen, Eli F. Nielsen, Teitur Gestsson, Jógvan Skeel Nolsøe, Magnus Egilsson og Eli L. Nolsøe, HB

Gunnar Zachariasen, Hørður Askham og Robert Brockie, B36

Heðin Klakkstein, Ivan Joensen og Gunnar Christiansen, KÍ

Heðin Hansen og Bárður Hansen, Víkingur

Beinur Ellefsen, AB

Bjarki Johannesen, B68

Ari Ellingsgaard, ÍF

Árni Frederiksberg, NSÍ

Thorstein Mýlingstind, 07 Vestur

 

Mikukvøldið 5. desember, kl. 18, verður dystur á Tórsvølli millum A-landsliðið og U21-landsliðið.

 

Mynd: (www.fsf.fo) Tað kavaði til tíðir rættuliga illani mánakvøldið, tá Heðin Askham (myndin) og Bill M. Jacobsen høvdu fyrstu vetrarvenjingina við U21-landsliðnum