Fyrireikingar til Føroya Sjómannadag ganga væl

Føroya Sjómannadagur 2005 - 2014; 10 ára skráin er rúgvusmikil og fjøltáttað, sum byrjar mánadagin 18. august og endar sunnudagin 24. august.

Føroya  Sjómannadagur 2005 - 2014; 10 ára skráin er rúgvusmikil og  fjøltáttað, sum byrjar mánadagin 18. august og endar sunnudagin 24. august.

 

Í morgun hittust sjómannadagsmenninir at taka samanum, leggja síðstu hond á skránna og annars at kanna eftir, at fólk vóru á øllum postum.

 

Tað er hugaligt at síggja hvussu eldhugað øll eru kring Føroya  Sjómannadag og eru kvik at rætta eina hond.

 

Av tí at talan er um 10 ára hátíðarhald, verður í ár gjørt serliga nógv burturúr m.a. við Føroya størstu fiskabuffe, sum verður á stóra tjaldinum leygardagin 23. august.

 

Á borðseðlinum stendur m.a. makrelur, svartkalvi, sild, havtaska, toskur, hýsa, kalvi, rækjur, laksur, fiskasúpan, rækjur, skrubbur, grind og spik – eplir og grønt o.m.m.

 

Alt føroyskt og alt er ókeypis.

 

Jú, lagt er upp til ein serligan sjómannadag, har teir eisini hava flutt tiltakið yvir á vestursíðuna – kunna teg um skránna VIÐ AT TRÝSTA HER

 

Orð og mynd: Dávur Winther