Fyrireikarararnir av Bátastevnuni stórfegnast (Rás2)

(Rás2) Hoyr samrøðurnar Vilmund D. Jacobsen gjørdi við Bárð Nielsen og Jónfinn Egilsnes

TRÝST á PÍLIN á ljóðfíluni undir ovaru myndini, og hoyr samrøðurnar reportarin hjá Rás2, Vilmund D. Jacobsen gjørdi við fyrireikararnar av Bátastevnuni í Vestmanna, sum við stóra luttakaratalinum í góðveðrinum er ein sonn sólskinssøga við fleiri týdningum.

 

Vilmund D. Jacobsen prátaði við Bárð Nielsen í supputjaldinum á kajuni, og hann prátaði við Jónfinn Egilsnes úti á tí nýggja serliga hólmanum, ið er gjørdur til bátarnar sum taka lut í Bátastevnuni í Vestmanna.

 

Tveir ovurfegnir fyrireikarar, Bárður og Jónfinn eru sera fegnir og takksamir um góða veðrið, tí undanfarnu árini hevur veðrið ikki spælt heilt væl við, um enn talan hevur verið um væleydnaðar bátastevnur, men tað gevur altíð eitt størri luttakaratal tá veðrið spælir við. 

 

Samrøðan við Bárð Nielsen, ið er formaður Sambandsfloksins nam eisini við politisku støðuna í landinum.