Fyrireikar seg til limaskap í »Council of European Municipalities and Regions«

Í vikuni vóru umboð fyri Kommunusamskipan Føroya á vitjan í Brússel. Ferðin var fyrireikað í tøttum samstarvi við Føroysku sendistovuna í Brússel. Endamálið við ferðini var at vitja kommunufeløgini hjá okkara grannalondum, ið øll hava deildir í Brússel. Eisini varð vitjað hjá belgiska kommunufelagnum í Brússel, hjá Brússel kommunu, eins og fundur eisini varð hildin við stjóran fyri Council of European Municipalities and Regions, CEMR.

Øll tey norðurlendsku kommunufeløgini hava skrivstovur í Brússel. Flestu feløgini settu skrivstovur á stovn longu tíðliga í 90-unum, ímeðan Íslendska kommunufelagið sum hitt seinasta norðurlendska felagið byrjaði sítt arbeiði í Brússel í 2006. Arbeiðið hjá kommunufeløgunum snýr seg í stóran mun um at fyrireika kommunurnar í heimlandinum uppá tey lógaruppskot og reguleringar, sum koma úr ES, og sum hava ávirkan á kommunurnar í heimlandinum, og at útvega kommununum atgongd til verkætlanir og altjóða samstørv.

Norðurlendsku feløgini húsast øll í sama bygningi, European House of Municipalities and Regions, ið liggur beint við síðuna av Evropa-Parlamentinum.

Kommunufeløgini eru øll limir í ?Council of European Municipalities and Regions?. Hetta er felag fyri allar kommunalar og regionalar felagsskapir í Evropa. CEMR varð stovnað í Geneve longu í 1951 av borgarstjórum í nøkrum evropeisku býum. Endamálið við felagsskapinum var og er at styrkja lokala fólkaræðið og lokala myndugleikan í Evropeisku londunum.

Í dag er CEMR størsti felagsskapurin í heiminum fyri regionalar og kommunalar myndugleikar. Í felagskapinum er 58 limir, ið fyrst og fremst eru kommunufeløg og býarfeløg. Teir 58 limirnir umboða fleiri enn 100.000 kommunalar og regionalar myndugleikar.

Politiska nevndin í CEMR telur uml. 140 limir. Politiskur formaður fyri felagsskapin er borgarstjórin og guvernørurin í Wien, Michael Hãupl. Fyrisitingarligur leiðari er Frédéric Vallier, generalsekreterur.

Felagskapurin hevur tvær skrivstovur, eina í Paris og eina í Brússel, við tilsamans 20 starvsfólkum.

Á vitjanin í Brússel var fundur millum stýrislimir í Kommunusamskipan Føroya og stjóran fyri CEMR, Fredrik Valier. Á fundinum var umrøddur møguligur limaskapur hjá KSF í Council of European Municipalities and Regions. Fredrik Valier var sera positivur og mælti til at Kommunusamskipan Føroya sendi felagskapinum eina formliga umsókn. Sum land uttanfyri Evropasamveldið verður talan um atlimaskap, men feløg við atlimaskapi hava nærum eins góðar sømdir í felagsskapinum sum limir úr Evropasamveldinum.

Kommunsamskipan Føroya fyrireikar í løtuni umsóknina um upptøku í Council of European Municipalities and Regions.