Summar Festivalurin er av álvara farin at taka skap. Sólin skínur í Klaksvík, arbeiðsfólk eru í góðum lag. Í morgin byrjar sætti Summar Festivalurin, og í løtuni eru fyrireikingarnar upp á tað hægsta.
Alla hesa vikuna hava arbeiðsfólk stríðist við at gera festivaløkið klárt til teir mongu túsund gestirnar, sum koma á festival um vikuskiftið.
Í dag hevur sólin skinið í Klaksvík, og tá gongur arbeiðið bæði skjótari og lættari.
Veðurútlitini fyri Summar Festivalin eru heilt góð. Petur Skeel Jacobsen, veðurmaður í Miðlahúsinum, roknar við, at næstu dagarnar verður tað turt fyri tað mesta, og møguleiki fyri sólglottum. Hitin verður millum 13 og 17 stig, so útlit eru fyri góðum veðri á Summar Festivalinum.