Í løtuni er tað bara á Delta á Tvøroyri, at nakað av fiskaarbeiði er í Suðuroynni. Fiskavirking í Vági hevur ikki keypt nakran fisk seinastu vikurnar, og tí liggur virkið stilt.
Enn er eingin útmelding komin frá fakfeløgunum, um tey fara at geva undantaksloyvi til Smyril, skuldu semingsroyndin slitnað. Feløgini sita í seming í dag og eru tí ikki at hitta.
Ein partur av manningini á Smyrli er limur í Starvsmannafelagnum.
Magnus Jespersen, stjóri í Delta sigur, at enn eru tey ikki farin at fyrireika seg til eitt møgligt verkfall, men tað verður helst gjørt.
Tað einasta, sum virkið kann gera, er at leggja pakkning og salt inn undir seg.
Verður verkfall, fær Delta ongan fisk norðaneftir og kann tí bara keypa frá bátunum í oynni.
- Men verður verkfall, steðgar arbeiðið upp næstan beinanvegin, tí vit leppa ikki av við lidnu vøruna, sigur Magnus Jespersen, sum hevur eitt hjartasuff:
-Hvat varð av politisku lyftunum um, at Smyril ikki aftur skal leggjast orsakað av verkfalli?










