Leiðsla og starvsfólk á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi fyrireika seg til umfatandi sparingar, sum koma í gildi 1. juni - tað er leygardagin.
Hóast løgtingið herfyri játtaði 4,1 milliónir krónur í eykajáttan til ellisheimini kring landið, so sæst enn einki til pengarnar, ið Almannaverkið hevur fingið at umsita og býta út.
- Nei, leiðslan her á ellisheiminum hevur ikki fingið fleiri pengar at arbeiða við, og tí hava vit fingið boð um at fráboðaðu sparitiltøkini standa við, sigur Joan Eilin Jóhansdóttir, sum umboðar ein arbeiðsbólk við starvsfólkum á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi.
Bólkurin varð settur, tá tað herfyri var greitt, at heimið fór at vera rakt av umfatandi sparingum, ið skuldu koma í gildi longu 1. juni.
- Tað var ein lætti, tá vit frættu um eykajáttanina, ið var áveg. Men nú tað styttist til 1. juni eru framvegis eingir pengar á veg. Tí standa sparingarnar við, sigur Joan Eilin Jóhansdóttir, ið arbeiðir sum heilsurøktarfrøðingur á heiminum.
Myndin er av starvsfólkunum í arbeiðsbólkinum á Eysturoyar Røktar- og Ellisheimi. Frá vinstru Joan Eilin Jóhansdóttir, Arnleyg Petersen og Oddvør Abrahamsen
Hoyr samrøðu við Joan Eilin Jóhansdóttir her:










