Tvøroyri/Hvalba<?xml:namespace prefix = o ns = "urn:schemas-microsoft-com:office:office" /><o:p></o:p>
Tað skerst ikki burtur, at hjá summum næmingum er skúlagongdin ein pínsla. Og yvirhøvur munnu heldur ikki allar lærugreinar tykjast næmingunum líka spennandi. <o:p></o:p>
Men so 10. flokkur á Tvøroyri møtir serliga væl upp í einari lærugrein.<o:p></o:p>
Í alt ár hava 16 næmingar í 10. flokki á Tvøroyri havt sjóvinnu sum sergrein og tað hevur verið ein lærugrein, sum hevur havt stóran áhuga, tí mæmingunum dámar væl at sleppa burturúr dagligu skúlagongdini í eina tíð.<o:p></o:p>
- Vit kunnu ikki siga annað enn at uppmøtingin er góð, sigur Sofus Strøm, ið saman við Páll Michelsen undirvísir teimum í sjóvinnu.<o:p></o:p>
Ì 10. flokki á Tvøroyri kunnu næmingarnir velja ímillum tríggjar breytir, køk, hondarbeiðið og sjóvinnu <o:p></o:p>
Sjóvinnubreytina valdu 16 næmingar, alt drongir.<o:p></o:p>
-Hóast mørkini ímillum manfólkaarbeiði og konufólkaarbeiðið er við at kámast, hava ongar gentur valt sjóvinnuna, siga lærararnir. <o:p></o:p>
Hetta er fyrstu ferð, at tey hava sjóvinnu á Tvøroyri, men royndin hevur hilnast væl. Næmingarnir hava sjóvinnu hvønn mikudag í seks tímar og hjá teimum er tað eisini ein stuttleiki at sleppa út úr skúlatovuni til at royna okkurt heilt annað.<o:p></o:p>
- Endamálið við sjóvinnubreytini er at fyrireika næmingarnar til sjólívið, so at teir, sum velja sær lívsstarv á sjónum, skulu ikki standa púra blankir, fyrstu ferð, teir stíga á skipsdekk, antin teir so fara við trolara, ella við línubáti.<o:p></o:p>
Tó skal sigast, at einstakir av drongjunum hava longu verið onkran túrin til skips.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
Roynt mangt og hvat
Ímeðan næmingarnir hava havt sjóvinnu, hava teir roynt mangt og hvat.<o:p></o:p>
Áðrenn teir komu á trolvirkið, hava teir arbeitt við línu og snellu, teir hava gjørt línu og snelludergur og teir hava lært at spleysa. Teir hava eisini verið í fjørðinum. Teir hava eisini skorið flak og kjálkar, sum teir so fóru til tey á køksbreytini við og so vóru teir við til at gera matin til og fingu hann til døgverða.<o:p></o:p>
Teir hava eisini lært at sigla eftir kumpas og eftir tólum og teir hava lært um streym og teir hava verið á ymsum virkjum. Teir hava eisini lært, hvørji krøv verða sett til trygdarútgerð umboð á bátum. <o:p></o:p>
- Hesar fýra mikudagarnar, har teir hava verið á Berginum, hava teir lært tað mest grundleggjandi arbeiði við troli.<o:p></o:p>
Nú, teir verða lidnir á trolvirkinum, fara teir til Klaksvíkar á trygdarskeið og seinni aftur skulu teir á radioskeið.<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>
<o:p></o:p>










