Fyrireika seg til samanlegging

Nes, Runavíkar og Sjóvar kommuna hava leingi tosað um økt samstarv og at fyrireika seg til samanleggingina, sum er væntu.

Stýrið í Sjóvar kommunu hevur eyka fund í morgin, og á skránni er m.a. málið um at seta ein samstarvsbólk við umboðum fyri tær tríggjar kommunurnar.

- Tað eru so nógv mál, vit kunnu samstarva meira um, og haraftrat halda vit tað vera best at fyrireika okkum væl til samanleggingina, sum Annika Olsen, landsstýriskvinna ætlar at gera, sigur Artur Johansen, borgarstjóri í Sjóvar kommunu.

Lagt er upp til, at hvør kommuna skal veja tveir limir í bólkin, sum aftrat sær fær ein skrivara. Uppgávan hjá bólkinum verður at lýsa fyrimunir og vansar við at leggja kommunurnar saman.