Fyrireika seg til dataverndarlógina

Føroyska vinnan fara nú at fyrireika seg til nýggju dátuverndarlógina

Á nýggjárinum kemur nýggja dataverndarlógin í gildi, og tað kemur at hava umfatandi broytingar við sær fyri føroyskt vinnulív.

Í hesum sambandi fara Føroya Arbeiðsgevarafelag og KT-felagið í felag at skipa fyri tveimum tiltøkum í komandi mánað, har tey fara at greiða fyritøkum frá, hvussu tær skulu fyrihalda seg til nýggju lógina, tá ið hon kemur í gildi.

Vinnuhúsið sigur, at tiløkini verða í ávikavíst Klaksvík og í Havn fyri limunum í Vinnuhúsinum, og at endamálið við tiltøkunum er, at fyritøkur skulu fáa greiðu á teimum ivamálum, sum tey møguliga hava í sambandi við nýggju dataverndarlógina.