Tey flestu munnu vera samd um, at tað hepnaðist bara heilt væl at flyta tivoli úr Kommunuskúlagarðinum út á Skálatrøð á ólavsøku í fjør.
Tí hevur Tórshavnar Kommuna eisini valt at endurtaka succéina í ár.
Sambært Heðin Mortensen, borgarstjóra, verður tjóðarhátíðin miðsavnað av Vaglinum oman í Vagsbotn, Tórsgøtu og út í Skálatrøð.
Harvið ikki sagt, at hini ólavsøkuøkini verða manntóm, tí sum kunnugt eru tiltøk eisini uppi við KFUM, í Sjónleikarhúsinum, í Sankta Frans Skúla og heilt oman á Kongabrúnna.
Ætlanin er, at skipa fyri ókeypis undirhaldi við tónleiki á pallinum á Vaglinum. Eisini verða pallar settir upp aðrastaðni, eitt nú í Vágsbotni, í Tórsgøtu og í Perluni.
Úti á Skálatrøð verða tilboð til børn, sum Tórshavnar Ítróttarráð skipar fyri. Eisini og í fjør verða eisini ókeypis tilboð til børnini.
Uppi við tinghúsið verða eisini tiltøk, bæði í garðinum og framvið Tinghúsvegnum í Degns Húsi og hjá Heinesen.
Enn ber til hjá fólki, sum hava hugskot ella viðmerkingar, at venda sær til kommununa fyri at gera sína ávirkan galdandi.