Fyrireika jólahald

Havnar kommuna er í jóla­hýri - í øllum førum eru tey far­in at fyrireika jólahaldið í mið­býnum í Havn, og fólk kunnu nú søkja um sølu­loyvi til ymsu tiltøkini.

Nógv til­tøk plaga at vera fast­ur tátt­ur í jólahaldinum í mið­bý­num í Havn.

Høvi verða hjá fólki og fel­øg­um at selja alskyns mat, jóla­prýði, heim­a­bakst­ur, blóm­ur, jól­a­trø, bøk­ur, klæð­ir og mangt annað. Tað er bert hug­flogið, sum setir mark. Tó krevst eitt sølu­loyvi frá Tórs­havnar komm­unu. Søkjast kann um loyvi við sjálv­av­greiðslu á heimasíðuni hjá komm­ununi ella við at fylla út oyð­­u­blað, ið fæst frá Snar­skivuni.

E­isini tey, ið hava hug at hugna um miðbýin í jóla­mánað­i­num, skulu boða komm­ununi frá hesum, t.v.s. øll, ið ynskja at syngja, fram­føra okkurt ella hava onkra framsýning, skulu siga frá hjá kommununi, so teirra tiltak kann gerast part­ur av skránni fyri »Jól í mið­býnum«. Søkjast kann um lut­tøku á jol@torshavn.fo ella á www.torshavn.fo.

Sum vant verður nógv gjørt burt­ur­úr í miðbýnum jól­a­mán­að­in, og í ár eru fleiri nýggj tiltøk á skránni. Allar jóla­smátt­ur­nar verða um­skap­að­ar til  ein lív­ligan jóla­mark­n­að við nógv­um úr­vali av jólaprýði, mati, upp­livi­ng­um og fram­sýn­ing­um.   
Tá stóra jóla­træið á Vagli­num verður tendrað leyg­ar­dag­in 27. november fær mi­ð­bý­ur­in vitj­an av jóla­monn­um og vættrum, brand­bil­i­num, stiga­bil­i­num eins og kór­sang­ur fer at ljóma.

Jólasøla verður oman eftir gongu­gøtuni og aðra staðni í mið­bý­num - og borgarstjórin heldur røðu.