Fyrireika gongutúr undir Leirvíksfjørð

Norðoya Kunningarstova fyrireikar gongutúr undir Leirvíksfjørð, tá Norðoya tunnilin letur upp

Fyrireika gongutúr undir Leirvíksfjørð

Norðoya Kunningarstova er farin undir fyrireikingar til ein gongutúr undir Leirvíksfjørð, tá Norðoya tunnilin einaferð letur upp.
Frá Kunningarstovuni siga tey, at um tað kemur so langt og tá so tunnilin einaferð letur upp, so verða tey tilreiðar við einum tiltaki líkum tí, sum var í Vágatunlinum sunnudagin. Tað fer at verða eitt tiltak, sum verður fyriskipað í samstarvi við øll ítróttarfeløg í Norðoyggjum.
- Tá tað einaferð kemur so langt, so ganga vit útfrá, at tað verður gingið úr Leirvík í Norðoyggjar, verður sagt frá Norðoya Kunningarstovu.