Fyrireika føroysk børn í Danmark at flyta heim aftur

Nú ber aftur til hjá føroyskum børnum í Danmark at fáa undirvísing í føroyskum.

Føroyski skúlin í Danmark er í Føroyahúsinum hvønn fríggjadag seinnapart og hann fylgir vanliga álmanakkanum hjá donskum skúlum.,

 

Frálæra í føroyskum verður aftur í Føroya húsinum í Keypmannahavn í heyst og vetur og í løtuni ganga 21 næmingar frá 1.-9. flokk á skúlanum.  Men pláss er fyri enn fleiri. Tað er bara at møta upp og bæði undirvísing og undirvísingartilfar eru ókeypis, sigur lærarin, Sanna Vitalis.


 - Føroysk foreldur aftra seg ofta at flyta heim, tí børnini ikki eru so stinn í føroyskum, heldur hon.

 

- Foreldrini stúra fyri, at vantandi kunnleiki til føroyskt ger, at børnini kanska ikki fara at trívast í einum føroyskum skúla og óivað er tað so, at betri børnini eru fyri málsliga, minni orsøk hava foreldrini við at himprast við at flyta heim aftur til Føroyar.