Fyrireika flográn

Indisku myndugleikarnir hava hert eftirlitið við flogferðsluni, eftir at fregnartænastan hevur fingið ábendingar um, at yvirgangsmenn hava lagt ætlanir um at ræna eitt indiskt flogfar.

Trygdartiltøkini við flogførunum hjá felagnum Air India eru herd munandi. Indiska blaðið Hindustian Times skrivar, at at tað eru tveir felagsskapir við tilknýti til al-Qaeda, sum ætla at ræna eitt indiskt flogfar.

Annar av felagsskapunum eitur Lashkar-e-Taiba, og tað var hann, sum skipaði fyri tí blóðuga álopinum á indiska býin Mumbai.