Fyrireika ferjuleguna á Syðradali

Fyrst í februar mánaði verða modellroyndir gjørdar, og síðani verður farið undir projekteringina av nýggju ferjuleguni á Syðradali

Syðradalur: Landsverkfrøðingurin fer nú undir fyrireikingarnar til arbeiðið at gera nýggja ferjulegu á Kalsoynni.
Tað eru settar 16,5 milliónir krónur av til at gera ferjulegu á Syðradali, og Landsverkfrøðingurin ætlar, at hetta arbeiðið skal byrja seinni í hesum árinum.
Fyrst í februar verður modelroynd gjørd í Danmark. Hendan royndin skal vísa, hvussu tað er best at gera ferjuleguna á Syðradali. Tá úrslitið av hesi roynd er tulkað, verður farið í holt við sjálva projekteringina.

Arbeiðið tekur eitt ár
Stjórin á Landsverkfrøðinginum roknar við, at útbjóðingartilfarið kann vera klárt seint í summar.
Síðani skal finnast fram til tað felagið, sum skal gera nýggju ferjuleguna. Ætlanin er, at arbeiðið skal byrja seinni í hesum árinum, men stjórin fyri Landsverkfrøðingin dugir ikki at siga, nær ferjulegan verður liðug.
? Tað fer at taka umleið eitt ár at gera sjálvt arbeiðið, men tað veldst eitt sindur um, hvør arbeiðstakarin verður. Tað er munur á, um talan verður um eitt stórt felag ella eitt minni, sigur Oyvindur Brimnes, stjóri fyri Landsverkfrøðingsstovnin.