Lógarmál er eisini eitt øki, ið Annika Olsen umsitur.
- Her kann sigast, at samgongan hevur sett sær fyri, at fremja fleiri yvirtøkur í hesum valskeiðinum. Av teimum yvirtøkunum eru fleiri, ið liggja undir innlendismálaráðnum, millum annað:
• fíggjarrættur
• útlendingamál
• sakføraravirksemi
• revsirættur
• persónsfólka-, húsfólka- og arvarættur, segði Annika Olsen.
Nú so nógv verður tosað um ES kontra EFTA, so hava júst hesar yvirtøkur týdning í so máta.
- Fleiri av hesum yvirtøkum hava sera stóran týdning, tá vit tosa um EFTA-limaskap, eitt nú útlendingamál, fíggjarrættur og sakføraravirksemi, og tí er tað umráðandi, at vit fáa yvirtikið hesi øki, segði Annika Olsen.
Verjumálslógin
Viðvíkjandi útlendingamálum er at siga, at sett er á stovn ein útlendingastova, ið skal taka sær av allari málsviðgerð.
- Tá tað kemur til útlendingar í Føroyum er tað umráðandi, at vit menna kunningina um skyldur og rættindi, sum hesi hava. Tað hevur tíverri ofta víst seg, at trupulleikar aloftast uppstanda, tá ið útlendingar ikki yvirhalda sínar skyldur sambært lógini, og eru tískil komnir í eina trongstøðu, segði Annika Olsen.
Hon segði, at vit eiga at verða betur at geva okkara útlendsku borgarum í Føroyum hesa kunning.
- Har eru eisini onnur mál, ið hava týdning, tá tosað veðrur um lógarmál. Millum annað er ætlan um at seta donsku verumálslógina í gildi fyri Føroyar eftir kongaligari fyriskipan, segði Annika Olsen.
Hon segði, at her er talan um eitt mál, ið hevur havt eina drúgva ferð gjøgnum tað politiska landslagið, men nú sær út til, at hon kann setast í gildi fyri Føroyar í januar 2009.
Orsøkin til, at tað hevur verið so trupult at seta hana í gildi skyldast, at tað skulu broytingar til í heilum 55 øðrum lógum fyrst.
- Verjumálslógin hevur alstóran týdning fyri rættindini hjá eitt nú dementum og sálarsjúkum fólkum í Føroyum, og hevur hon tískil høga raðfesting, segði Annika Olsen.









