Tað er ikki steðgur í fyrireikingunum at byggja Sandoyartunnilin.
Í gjár, tá Teistin hevði lagt at á Gomlurætt um 07.30-tíðina, tók in.fo hesa mynd av tveimum fremmandum bilum og fýra monnum.
Vit fregnaðust, hvat gekk fyri seg og skiltu skjótt, at hetta eru norðmenn - fýra í tali - sum eru komnir higar at gera botnkanningar í samband við bygging av Sandoyartunlinum.
Meðan vit prátaðu, varð spurt, um skip kemur til Føroya, haðani teir skulu arbeiða og gera botnkanningar, men svarið hjá norðmonnunum var, at eitt føroyskt skip verður leigað til endamálið.
Myndin vísir, at steðgur er ikki í fyrireikingararbeiðnum at byggja Sandoyartunnilin, sum ætlandi skal verða liðugur í 2021 - og Skálafjarðartunnilin í 2019.










