Lagt upp til eitt hugnaligt tiltak, sum er ætlað bátasiglarum, men so sanniliga eisini familjum eins væl og einstaklingum, ið hava brúk fyri at taka sær av løttum eitt bil.
Her verður høvi til prát millum bátsmanningar, við bryggjukantin og á festivaløkinum.
Eftir at bátarnir hava lagt til bryggju tíðliga seinnapartin leygardagin, meðan harmonikutónleikur sjungar, verður bjóðað til suppu í matarhøllini á Nyki.
Skráin leygardagin byrjar klokkan 14.