Fyrimyndarligt samstarv um sløkkilið

Umframt at sløkkiliðsfólk á vestara armi á Skálafjørðinum flyta í nýggjan bygning fyrsta dagin, er eisini í umbúna at byggja nýggja brandstøð fyri brandstøðina í Runavík.

 

Skálafjarðar Sløkkilið, sum fevnir um allar bygdir, ið hoyra til kommunurnar við Skálafjørðin, hevur keypt ein verkstaðsbygning innast á Skála. Enn er tann parturin av sløkkiliðnum, sum hevur støð á vestara armi á Skálafjørðinum, ikki fluttur í bygningin, men tað verður fyrst í komandi ári.

 

Sunleiv Højgaard, leiðari hjá Skálafjarðar Sløkkiliði, sigur, at umstøðurnar í nýggju hølunum verða so nógv betri, enn tær eru í dag. Tað er soleiðis, sigur hann, at sløkkiliðsmenninir á vestara armi á Skálafjørðinum húsast í tveimum kjallarum, ávikavist á Skála og Strondum.

 

Men, nú teir fáa felags høli, verður hetta samstundis støðin, har teir kunnu hava sítt dagliga virksemi, og har teir fara at møta, tá boð eru eftir teimum. Í nýggju hølunum innast á Skála er gott goymslupláss, og her eru eisini skrivstovuhøli og køkur.

 

Í Skálafjarðar Sløkkiliði, sum er stovnað í 1974, eru 43 mans, og stýrisformaður er borgarstjórin í Nes kommunu, Jóhannus Danielsen. Hann er ógvuliga fegin um tað fyrimyndarliga samstarv, sum kommunurnar við Skálafjørði hava havt øll hesi mongu ár, og framvegis í dag eru menn við í sløkkiliðnum, sum vóru við, tá sløkkiliðið varð stovnað.

 

Umframt hølini, sum sløkkiliðið hevur í Runavík og nú eisini á Skála, eru eisini onkrar goymslur kring um bygdunum í útjaðaranum í økinum, sum fevir heilt úr Rituvík í eystri til Selatrað í vestri, umframt at bygdirnar í Runavíkar kommunu, Oyndarfjørður, Elduvík og Funningur, eisini eru partur av økinum.

 

Sunleiv Højgaard vísir á, at nakrar av norðaru bygdunum eru so smáar, at tað er avmarkað, hvussu nógv fólk tú kanst vænta haðani. Men, Skálafjarðar Sløkkilið goymir eisini nakað av útgerð í onkrum av smærru bygdunum.

 

Fyrr í heyst segði Jóhannus Danielsen, stýrisformaður, at kommurnar í samstarvinum hava ásannað tørvin á einari nýggjari brandstøð fyri brandstøðina, sum er í Runavík. Hann segði, at tankar hava verið um at byggja nýggju støðina nær við tunnilsmunnan, har Eysturoyartunnilin fer at koma upp millum Runavík og Toftir.

 

- Men, enn er endalig avgerð ikki tikin um nakra plasering, legði stýrisformaðurin aftrat.

 

Sunleiv Højgaard heldur tað vera eitt gott hugskot, um nýggja brandstøðin kemur at liggja høgliga fyri, nærindis tunnilsmunnanum til Eysturoyartunnilin.

 

- Jú, eg meti eisini, at brandstøðin hevði ligið høgliga fyri í so máta, samstundis sum hetta á ein ella annan hátt hevði skapt ein ávísan tryggleika, tá væntandi er, at nógv bilaferðsla fer at koyra gjøgnum tunnilin, sigur leiðarin hjá Skálafjarðar Sløkkiliði.