Hóast yvir 8000 túsund fólk vóru á G! festivalinum í ár, gav sjálvt festivaløkið ikki løgregluni í Eysturoynni so nógv høvuðbrýggj. - Hósdagin gekk tað tó ikki so væl. Girðingin, sum var um alt økið, helt ikki, og tað eydnaðist nógvum at snýta seg inn við rúsdrekka og uttan atgongumerki. Men fríggjadagin og leygardagin vóru fleiri á vakt, og alt gekk fyrimyndarliga fyri seg á festivaløkinum, sigur løgreglan, sum leggur afturat, at festivalurin í ár var sera væl skipaður:
- Men hvat fór fram á tjaldingarøkinum er nakað heilt annað, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Runavík um G! festivalin.