Fyrimunir við at gera hassj lógligt

- Ein legalisering hevði skúgvað burtur kriminella marknaðin, og tey ungu høvdu ikki leitað sær upp hesi umhvørvi, sigur grønlendskur politikari.

- Ein rúgva av peningi er brúkt til tollarar í stríðnum móti hassj, men vit hava framvegis stórar trupulleikar við misnýtslu. Eg haldi, at vit nú skulu taka okkum onnur tiltøk fyri í hesum stríði.

 

Tað sigur limurin í Inatsisartut í Grønlandi, Nivi Olsen, við www.sermitsiaq.ag. Hon hevur biðið um eitt kjak á várfundinum hjá flokkinum um fyrimunir og vansar við møguliga at gera hassj lógligt.

 

Nivi Olsen leggur dent á, at flokkurin ikki hevur tikið avgerð um, at legalisering av hassji skal takast við í stevnumiðini hjá flokkinum, men hon vísir á, at flokkurin er opin fyri kjakinum um møguliga at gera hassj lógligt.

 

- Sølan av hassji fer fram ymsastaðni, tó at tað er ólógligt at selja rúsevnið, og eg haldi, at tíðin er komin til at snakka opið um misnýtsluna av hesum rúsevni.

 

Nivi Olsen vil ikki vísa aftur, at hon kundi tikið undir við at legalisera hassj, og hon heldur, at tað í framtíðini kunnu verða útvaldir handlar, sum selja hassj, sjálvandi undir eftirliti.

 

Hon heldur, at kanska hevði nýtslan av hassji blivið størri millum tey, sum longu roykja hassj. Men, samstundis kundu upplýsingin millum tey ungu verið nógv hollari.

 

- Eisini kundu allar inntøkurnar fyri sølu av hassji farið til viðgerð av fólki, sum eru í trupulleikum og til upplýsing um vandan við nýtslu av rúsevninum, sigur Nivi Olsen.

 

Hon vísir á, at ung søkja spenning, og hon sigur seg vera ivaleysa í, at um tey ungu vórðu upplýst um hassj og kannabis, og snakkað hevði verið opið um trupulleikarnar, so høvdu tey ungu ikki longur hildið rúsevnini verið so spennandi.

 

Við at legalisera hesi evni, kunnu vit vinna á kriminalitetinum, sum er ein partur av hesum umhvørvi.

 

- Tað eru kriminell, sum í dag tjena nógvan pening við sølu av hesum evnum. Ein legalisering hevði skúgvað burtur kriminella marknaðin, og tey ungu høvdu ikki leitað sær upp hesi umhvørvi, sigur hon.