Fiskivinna
Jørgen Niclasen, landsstýris- maður í fiskivinnumálum, hevur nú sett eina nevnd, sum skal skriva álit um stuðul til flutning av fiski og fiskavørum.
Málsetningarnir hjá nevndini eru tríggir í tali, og teir taka støði í orðaða fiskivinnupolitikkinum.
Í fyrsta lagi skal nevndin syrgja fyri, at beinleiðis rakstrarstuðul ikki verður latin. Í øðrum lagi skulu viðurskiftini við flutningi av fiski og fiskaúrdráttum skipast, og í triðja lagi skal bøtast um kappingarføri, eins og kappingin skal javnstillast.
Arbeiðssetningurin hjá nevndini er eisini í trimum pørtum.
Nevndin skal í fyrsta lagi kanna og staðfesta fyrimunir og vansar við verandi flutningsskipan. Í øðrum lagi skal hon kanna og lýsa aðrar alternativar loysnir og fremja neyðugar raðfestingar. Í triðja lagi skal nevndin skriva álit og leggja tilmæli um loysn við raðfestingum fyri landsstýrismannin til støðutakan.
Hildibjartur formaður
Umboðini í nevndini, sum viðger flutningin av fiski og fiskavørum, eru Hildibjartur Johansen, sum umboðar Fiskimálastýrið og er formaður, Agnar Jensen, valdur av Føroya Ráfiskakeyparafelag, Ábraham Løkin, valdur av Føroya Ráfiskaseljarafelag og at enda, Ronnie Háfoss, sum er skrivari.
Nevndin, sum longu hevur havt tveir fundir, skal lata landsstýrismanninum álit og tilmæli í seinasta lagi, 1. desember 2002.