Fyrilestur við Flemming

Í kvøld kl. 20.00 fer Flemming Petersen at halda ein fyrilestur í Húsinum. Flemming Petersen, sum hevur búleikast saman við indiánarunum í Paraguay í fleiri ár, er farin í holt við at samla pening inn til indianararnar. Framløgan í Húsinum er eisini partur av hesum. Flemming fer at siga eitt sindur frá, hvussu tað var at liva saman við indiánarunum í Paraguay. Umframt hesum fer hann at vísa ein film, sum hann hevur gjørt um liviháttin hjá indianarunum.

 

Man kann eisini stuðla Flemming í arbeiðið hansara við at keypa fløguna, ið hann gav út beint fyri jól í fjørð - allur peningurin herfrá fer nevniliga eisini til at hjálpa indiánarunum.

 

Øll eru hjartaliga vælkomin og Húsið vónar at síggja nógv fólk.