Fyrilestur
Ragnhild Ellinsgaard
Klaksvík, Sosialurin: Tað verður borgarstjórin í Akranesi í Íslandi, Gísli Gíslasonur, sum fer at halda hendan fyrilestur komandi hóskvøld.
Undirsjóartunnil
Gísli Gíslasonur fer millum annað at greiða frá, hvørja ávirkan undirsjóartunnilin undir Hvalfjørðinum hevur havt uppá Akranes.
Sum skilst, fer hann at tosa um, hvussu handilslívið í býnum er broytt, og eisini hvussu samstarvið á sjúkrahúsinum á Akransesi er, nú trý ár eru liðin, síðani undirsjóartunnilin kom.
Harafturat kemur hann eisini inn á, hvussu menningin viðvíkjandi ymsum økjum er farin fram í býnum, eins væl og hann kemur at greiða frá, hvørji krøv, ein undirsjóartunnil setur til fólkið og vinnulívið í býnum.
Vitjað fyrr
Hetta er ikki fyrstu ferð, at Gísli Gíslasonur vitjar í Klaksvík. Í 1996 hevði hann eisini ein fyrilestur, og hava vit frætt, at tann fyrilesturin var væl vitjaður. Tískil meta fyrireikararni eisini, at nógv fólk koma at lurta eftir Gísla hóskvøldið.
Almennur
Fyrilesturin verður almennur, og skulu øll verða vælkomin at lurta.
Tað eru Klaksvíkar Handilsfelag og Vinnulívsráðið í Klaksvík, sum í felag hava boðið Gísla Gíslasyni hendan vegin.
Fyrilesturin verður á Tekniska Skúlanum í Klaksvík hóskvøldið tann 14. mars klokkan 19.00.