Fyrilestur um sosialu støðuna hjá sjónveikum og blindum

Sosiala støðan hjá sjónveikum og blindum í útbúgvingarsamanhangi og á arbeiðsmarknaðinum verður viðgjørdi í fyrilestri hjá Peter Rodney hóskvøldið.

Hósdagin 2. september klokkan 20 verður fyrilestur á Sjóndeplinum við Peter Rodney, ungdómsráðgeva/sálarfrøðingi.

Peter Rodney arbeiðir á Instituttet for Blinde og Svagsynede í Hellerup og hevur drúgvar royndir at arbeiða við ungum, sjónveikum og blindum, ið hava trupulleikar.

Av psykososialum trupulleikum hjá sjónveikum og blindum nevnir Peter Rodney samleikatrupulleikar, vantandi sjálvsásannan, vantandi áræði at vera sosialt virkin, einsemi í sosialum viðurskiftum og ikki at kunna vera uppií.

Talan kann eisini vera um óhóskandi viðurskiftir í umhvørvinum t.d. lærarar ella stuðlar, sum ikki vita um serliga tørvin hjá sjónveikum og blindum og tískil kenna seg ótryggar.

Peter Rodney veitir m.a. lærarum, málsviðgerum, sjónráðgevum og foreldrum ráðgeving. Eisini hevur hann samrøður við tann sjónveika einsæris.

Hóskvøldið fer Peter Rodney at hava fyrilestur um ta sosialu støðuna hjá sjónveikum og blindum í útbúgvingarsamanhangi og á arbeiðsmarknaðinum.

Fyrilesturin hóskvøldið er á Sjóndeplinum, Íslandsvegi 10A.

Sjóndepilin er ein landsumfatandi stovnur, ið hevur til endamáls at stuðla teimum sjónveiku og blindu til meiri sjálvbjargni í heimi, skúla, arbeiði og frítíð. Á Sjóndeplinum er ráðgeving, skeiðvirksemi, dagtilhald og verkstaður.

Fyrilesturin er fyri øllum áhugaðum