Miðvágs Fornminnisfelag skipar í dag klokkan 16 fyri áhugaverdum fyrilestri um Hans Christoffer Joensen, sum í 19. øld grundlegði víðagitnan urtagarð. Fyrilesturin verður í Bø Tíðindaskriv
Fyrilesturin verður í Pakkhúsinum í Bø í dag klokkan 16.
Vit fara við myndum sangi og fyrilestri at varpa ljós á ein merkismann í Miðvági og urtagarð hansara. Urtagarðin hjá bóndanum Hans Christoffer Joensen (1830 ? 1923).
Hesin urtagarður varð víða kendur í 19-øld, og eigarin hevur fingið fleiri virðslønir fyri slóbrótandi arbeiði innan urtagarðsrøkt.
Rihøvindurin og rannsóknarmaðurin Daniel Bruun skrivar í 1923 um urtagarðin : En stor serværdighed i Midvaag er den, af den gamle kongsbonde Hans Kristoffer Joensen paa Ryg anlagte botaniske have . hvor der efter færøske forhold , findes mange sjældne planter.
Miðvágs Fornminnafelag eigur fleiri myndir av gamla urtagarðinum, og litmyndir av teimum nógvu blómunum har vuksu har.
Kostnaður kr. 40,00
Kelda: Miðvágs Fornminnafelag