Hósdagin 16. juni klokkan 20 verður fyrilestur við heitinum Rottan, ein vanlagna fyri føroysku náttúruna hildin í posthúskjallarinum í Tórsgøtu í Havn.
Fuglafrøðifelagið hevur fingið New Zealandska lívfrøðinginum James Russel, ið hevur royndir við rottutýning á smáum oyggjum á sunnaru hálvkúlu at koma til Føroyar. Í fyrilestrinum verður komið inn á, hvussu vit staðfesta útbreiðslu av rottu, ætlanir fyri týning og fyribyrging. Janus Hansen, lívfrøðingur á Náttúrugripasavninum, tekur saman um støðuna í Føroyum og tørvin á einari rottutilbúgving. Møguleiki er eisini fyri at seta spurningar.
Tað er Føroya Lívfrøðingafelag og Tórshavnar kommuna ið skipa fyri fyrilestrartiltakinum.
Um James Russel sí her www.stat.auckland.ac.nz/~jrussell/