Fyrilestur um anatomi hjá hundum verður á skúlanum á Argjamari í kvøld.
Tað er Annika Ulltveit-Moe, ið heldur fyrilestur, sum hundaeigarafelagið HUFF skipar fyri. Annika Ulltveit-Moe hevur góðkenning sum altjóða dómari til hundaframsýningar, er útbúgvin hundafrisør og hevur drúgvar royndir innan aling, heilsu og røkt av hundum. Umframt fyrilesturin í kvøld fer Annika eisini at hava skeið um røkt av hundum og feldi teirra, nú hon vitjar í Føroyum.
Fyrilesturin í kvøld byrjar klokkan 19.