Fyrilestur um polarekspeditónir

Í kvøld, hóskvøldið klokkan 20 heldur Ulf Lindström, professari, almennan fyrilestur á Søgu- og samfelagsdeildini, Jónas Broncksgt 25, 4. hædd um norðurlendskar polarekspeditiónir frá umleið 1880 til 1912

Ulf Lindström: ?Nordiska polarexpeditioner 1880-1912: politik först som sist?.

Talan er um ferðina hjá Nordenskiöld til Nord-Ostpassaguna, ferðina hjá Nansen við skipinum Fram, ballónferðin hjá Andree, og ferðirnar hjá Amundsen gjøgnum Nord-Vestpassaguna og til Suðurpólin.

Hesar kanningarferðirnar til pol-økini verða altíð sagdar at verða skipaðar fyri at fremja vísindi, men tær kunnu eisini metast sum politisk átøk. Ulf Lindström fer at greiða frá teimum politisku tulkingunum og teimum politisku fylgjunum av teimum mest víðagitnu polarekspeditiónunum.