Í dag klokkan 17 verður fyrilestur við heitinum, ov tíðliga fødd børn ? soleiðis verða tey glað og væl fungerandi Fleiri og fleiri børn verða fødd ov tíðliga. Bæði tí vit í dag hava fleiri fleiburamammur, og tí læknavísindin gerst alt dugnaligari at bjarga lívinum hjá veikum pinkubørnum.
Hjá børnunum er talan aloftast um eina harðliga byrjan upp á lívið, har tey alt fyri eitt verða tikin frá mammuni. Og eina byrjan, har tey í nógvum førum ikki hava ment somu kropsligu og sansaligu førleikar, sum javnaldrar teirra hava.
Hesi børn hava ein øðrvísi og eisini øktan tørv í gerandisdegnum, um tey skulu mennast best møguligt, og hetta fer Jonna Jepsen at seta fokus á, tá hon í dag hevur fyrilestur um ov tíðliga fødd børn.
Fyrilesturin verður klokkan 17 í veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, og varðar hann í tríggjar tímar.
Jonna Jepsen er sjálv mamma at tvíburum, sum vóru alt ov tíðliga føddar. Hon var við til at stovna danska Prematur felagið, og seinni hevur hon skrivað fleiri bøkur um evnið, eins og hon javnan hevur hildið fyrilestrar um evnið.
Tað er føroyska Prematur felagið, sum skipar fyri fyrilestrinum.