Fyrilestur um menningarlæruna

Hóskvøldið heldur Hans Andrias Sølvará fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni við heitinum ?Menningarlæran í vísindaástøðiligum høpi?. Menningarlæran hevur fingið ómetaliga stóran týdning fyri samfelag og mentan vestanfyri tey seinastu 150 árini, men atfinningarnar móti læruni hava eisini verið nógvar og harðar.

Í hesum fyrilestrinum fer Hans Andrias Sølvará at lýsa menningarlæruna og tær atfinningar, sum hava verið settar fram ímóti henni. Tað fer hann at seta inn í eitt vísindaástøðiligt høpi, har nomið verður við tann heimspekiliga spurningin um, hvat vísindi yvirhøvur er fyri nakað.

Í ár eru 200 ár liðin síðan Charles Darwin varð borin í heim og í hesum sambandi er 2009 lýst at vera eitt serstakt Darwin ár, har nógv hevur verið gjørt burtur úr Darwin og menningarlæruni.

Fyrilesturin á Klaksvíkar bókasavni verður hóskvøldið klokkan 19.30.