Mikukvøldið 27. apríl klokkan 20 heldur Ronald Rosvig fyrilestur um sjónvarpsrøðina Matador og kristindóm. Hann er valkirkuliðsprestur í Aulum-Vinding-Vind valkirkjuliði í Jútlandi.
Ronald Rosvig er ”føroyavinur” og skipar á hvørjum ári fyri ferðum fyri ferðaløgum til Føroya og ger nógv fyri at upplýsa um føroyska mentan í Danmark, og eitt nú heldur hann nógvar fyrilestrar ymsastaðni í Danmark.
Hann hevur eisini skrivað áhugaverda bók, sum eitur ”Matador og kristendom - 24 fortællinger om vort liv”, sum kom út í fjør.
- Leggjast kann aftrat, at í 1980-unum var Ronald Rosvig venjari hjá ÍF í Fuglafirði. Fyrilesturin er partur av Miðviku-tiltøkunum, sum Hoyvíkar kirkja skipar fyri, siga fyrireikararnir í tíðindaskrivi.