Fyrilestur um maritima umhvørvið

Í kvøld kl. 19.30 heldur Albert Isfeld, arkitektur fyrilestur á Klaksvíkar bókasavni um maritima umhvørvið, havnalagið og býin Albert Isfeld fer at lýsing týdningin, sum havnaløgini hava fyri býin og annars nærumhvørvið kring tey og miðbýin. Hetta verður gjørt í støði í heimliga umhvørvinum og í grannalondunum okkara. Eisini hvussu havnaløgini og miðbýin samspæla og mynda býin.

Hvar byrjar maritima økið í okkara høpi? Tá er nærliggjandi at hugsa um neystini, sum vóru neyðug til tátíðar vinnuveg, og sum síðani eisini hevur havt stóran týdning fyri frítíðarvinnu og ?ítriv.

Eisini eru gjørdir bátahyljar og felagshús nærhendis teimum. Í Føroyum og serliga úti í heimi eru gomul pakkhús umbygd til bæði matstovur og gistingarhús ? og eisini skrivstovur og serlig søvn.

Albert Isfeld fer í fyrilestrinum víða um úti í heimi, har hann greiður fra slíkum viðurskiftum. Hann fer stutt at hugleiða um Klaksvík nú og í framtíðini.