Fyrilestur um lívsvirði eftir at hava mist barn

Leygardagin kl. 15 heldur Jógvan Fríðriksson, bispur fyrilestur í Posthúskjallaranum í Havn um lívsvirði eftir at hava mist eitt barn Tað er ein bólkur av foreldrum, ið hava mist barn, sum skipa fyri tiltakinum.

Fyrireikarnir av tiltakinum siga, at síðani felagið pinkubarnadeyði fyri nøkrum árum síðani helt uppat at virka, hevur stórur saknur verið á einum felagsskapi at venda sær til hjá teimum, sum hava mist eitt barn.

At blíva foreldur og missa barnið er ein púra óvæntað støða at koma í. Nógv kenna seg ørkymlað av at skula rúma kensluna av gleði, at hava fingið barnið, og síðani djúpu sorgini, sum fylgir tíðina eftir at hava mist barnið. Í hesi støðu kann tað vera góð hjálp at tosa við onnur, ið hava verið í somu støðu.

Endamálið við tiltakinum er at geva foreldrum, systkjum og øðrum avvarðandi, sum hava mist eitt barn, møguleikan at savnast. Ætlanin er at hittast einaferð um mánaðin. Nær og hvar verður kunngjørt á degnum.