Í sambandi við at 2011 av landsstýrinum er lýst sum kostár, verður almennur fundur um kost til eldri í Tilhaldinum.
Tað verður Did Nicolajsen, kostfrøðingur, ið heldur fyrilesturin, sum snýr seg um hvørji tilmæli eru um kost til eldri. Dentur verður lagdur á at skipa samskifti um kost og vísa ítøkulig hugskot til mat, soleiðis at lættari er at skilja, hvat ið verður tosað um. Fyrilesturin, sum er almennur, verður í Tilhaldinum í Tórsgøtu týsdagin 5. apríl 2011 kl. 15.