FYRILESTUR
Hóskvøldið 23. mai kl. 19 heldur svenski listafrøðingurin Gøran Vogel-Rodin fyrilestur í Listaskálanum um gitna týska listamannin og hugspekingin Joseph Beuys og tað víðkaða listahugtakið. Sama kvøldið greiðir Vogel-Rodin frá installasjón síni í Listaskálanum: Camera Obscura - Projection, undir heitinum Landslagið, medvitið og málið.
Joseph Beuys varð borin í heim í Krefeld í Týsklandi í 1921, og doyði í 1986. Í 1941-45 var hann týskur jagaraflogskipari. Síðani 1961 var hann professari við listaakademiini í Wien og Dusseldorf. Fáur hevur sum Beuys verið við til at broyta vesturlendsla fatan av, hvat list er - hann var ein undangongumaður til Fluxus-rørsluna (sum eitt nú Bjørn Nørgaard, ið júst hevur havt framsýning í Listaskálanum, er runnin av). Fyri Beuys snúi tað seg um at náa fram til eitt nýtt støði fyri listini og listafólkinum og harvið menniskjanum og menniskjans støðu í samfelagnum.