Fyrilestur um hvussu nógv børn lesa


Nú heystið er komið fer Klaksvíkar Bókasavn aftur undir at skipa fyri ymsum tiltøkum, tað fyrsta verður týskvøldið 18. September, klokkan 19.30. Tá fer Solveig Debess at greiða frá lesivanunum hjá føroyskum børnum. Í samband við útbúgving sína sum master í barnabókmentum hevur Solveig Debess gjørt eina umfatandi kanning av lesivanunum hjá føroyskum skúlabørnum. Millum annað samanber kanningin úrslitið við støðuna í okkara grannalondum, og tað vísir seg, at føroysk børn lesa minni enn børnini í londunum rundan um okkum.