Fyrilestur um Heðin Brú í Klaksvík

Framsýning og fyrilestur um Heðin Brú á Bókasavninum í Klaksvík

Klaksvík: Týskvøldið 29. januar kl. 19.30 verður fyrilestur um skaldið Heðin Brú á Klaksvíkar Bókasavni. Tað verður Bergljót av Skarði, ið heldur fyrilesturin.
Bergljót av Skarði hevur lagt endurútgávuna av "Men lívið lær", sum kom út í fjør, til rættis, og hevur hon stóran kunnleika til bæði skaldið Heðin Brú, skaldskap og samtíð hansara.
Ì august mánaði í fjør vóru 100 ár síðani Heðin Brú varð føddur. Bøkurnar hjá honum eru klassikarar í føroyskum bókmentahøpi og verða nógv lisnar bæði av ungum sum eldri.
Tað er gamla bygdasamfelagið, sum eyðkennir meginpartin av skaldskapinum hjá Heðin Brú har lesarin fær innlit í gerandislív, lívsáskoðanir og hugburðin hjá tí gamla føroyinginum.
Umframt fyrilesturin verður eisini ein framsýning á bókasavninum. Tað eru studentarnir á Tekniksa Skúla í Klaksvík, ið sýna fram. Næmingarnir hava hesa seinastu tíðina arbeitt við at lýsa føroysku tøknina fyri 200 árum síðani, út frá bókini hjá Heðin Brú "Men lívið lær". Ì hesum sambandi hava næmingarnir arbeitt við evnum sum byggisiðir, landbúnaðurin, fiskiskapur og amboð. Og úrslitið av hesum verður at síggja á bókasavninum týskvøldið og komandi 14 dagarnar.