Í seinastu viku skipaði P/F Føroya Shell fyri einum umfatandi trygdarátaki
bæði fyri teirra egnu starvsfólkum og øðrum. Tiltakið var ein partur av
einum heimsumfatandi átaki, har Shell setur heilsu, trygd og umhvørvi ovast
á dagsskránna.
Í Miðlahúsinum var eitt tiltak fyri MC-fólk, har Johannes Nilssen frá HTF-stovuni helt ein kunnandi fyrilestur um fyrstuhjálp og trygd. HTF stendur fyri Heilsu, Tilbúgving og Fyrstuhjálp og samstarvar við Falk í Danmark.
Johannes legði dent á, at tey sum hava tikið fyrstuhjálparskeið fáa tey dagførd, og at tað er av stórum týdningi at tá t.d. fleiri motorsúkklur koyra túrar saman, skal minst ein av súkklunum hava fyrstuhjáplarútgerð við. Eisini kunnaði hann um menningina innan fyrstuhjálp.
Endamálið við fyrilestrinum var at fáa MC-fólkini at leggja størri dent á trygd og vera fyrireikað til at geva fyrstuhjálp.